Petur Skeel Dahl
Hoyvík
Gunnar Skúvadal hevur í bløðunum, eina áheitan til kringvarpið um at bera so í bandið, at lata verða við at flyta barnasendingina sunnumorgum fyri formil 1 kappkoyringum.
Gunnar sigur at vit Formil 1 áhuga hava óavmarkaðar møguleikar at síggja formil 1 kappkoyringar, araðstaðni frá.
Men her ferð Gunnar skeivur.
Tað er nú einaferð soleiðis at kringvarpið er tað einasta sum sendir Formil 1 í sjónvarpið sum vit føroyingar sýggja. Hvørkið Televarpið ella Canal digital senda allar Formil1 kappkoyringarnar, í sínum "pakkum".
Her hevur kringvarpið ein giltan møguleika at vísa nakað sum vit ikki hava møguleika til at síggja á ørðum rásum.
Til kringvarpið.
Takk fyri at at tit vísa formil 1!
Gott í tykkum, latið okkum hava Formil 1 í frið, sjálvt um hettar onkuntíð órógvar arðar fastar sendingar.
Formil 1 er, hóast alt, ein tann stórsta ítrottarkappingin í heiminum.