Negativ støða til nýggj skip

-Eg skal ikki siga, at tað er ein almenn uppgáva at skunda undir endurnýggjan av fiskiflotanum, men eg haldi at tað almenna hevur ein negativan holdning til endurnýggjan av fiskiflotanum, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.

 

-Eg skal ikki siga, at tað er ein almenn uppgáva at skunda undir endurnýggjan av fiskiflotanum, men eg haldi at tað almenna hevur ein negativan holdning til endurnýggjan av fiskiflotanum, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.



Partafelagið Beta tók í seinastu stig til endurnýggjan av fiskiflotanum við at skriva undir byggisáttmála við eina spanska skipasmiðju um byggjan av einum pari, sum skal avloysa tríggjar av teimum átta kubatrolarunum. Føroya Banki fíggjar bæði skipini við 80 prosentum og restin er eginogn. Her eru also ongir almennir pengar upp í leikinum.

-Vit hava ein gamlan og niðurslitnan flota og tíðin er komin, at fáa nýggj skip til landið.Tíðirnar eru nógv broyttar seinastu árini og eg fari ikki at siga hart, at tað almenna skal upp í við peningi fyri fyri endurnýggja fiskiflotan. Men eg eftirlýsi ein meira positivan holdning frá almennari síðu til endurnýggjan av fiskiflotanum.

-Trupulleikin hjá flotanum er í dag, at gomlu skipini hava einki virði. Tað vil siga, at skulu menn byggja nýggj skip, so kunnu teir ikki rokna gamla vinnutólið sum eginogn. Teir mugu umframt at halda gamla skipið í brúkiligum standi, eisini eiga kontantar pengar til eginogn og tað eru harðar treytir. Tað vil siga, skal tú byggja nýtt skip, so má tú ikki skylda nakað í tí gamla og tú skal eiga kontantir, sigur Jákup Sólstein

-Tað eru bara nakrir heilt fáir djúpvatnstrolarar, sum hava nakað virði í dag, teir smærru hava einki søluvirði, sigur hann.

-Tá vit ikki fáa studning til endurnýggjan av fiskiflotanum í Føroyum, so fara vit aðrastaðni. Eitt nú trolararnir hjá Beta. Sponsku myndugleikarnir geva skipasmiðjuni studning. Trolararnir høvdu kanska blivið einar fimm milliónir dýrari at bygt í Norra ella í Føroyum og hesar fimm milliónirnar er beinleiðis spanskur studningur til føroysku fiskivinnuna, sigur Jákup Sólastein.