Í morgin klokkan 13 byrjar Nebula íverksetanarráðstevnan á triðja sinni. Hesaferð verður Nebula í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Klokkan 13.00 verður tiltakið sett av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn.Fleiri áhugaverdar framløgur eru á skránni. Eitt nú verður greitt frá nýggja íverksetarahúsinum hjá Tórshavnar Kommunu, Hugskotið. Framløgan verður hildin av Jónhild Rasmussen, leiðara.
Aðrir framløguhaldarar eru:Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.Rani Nolsøe, leiðari á Íverksetarahúsið.Birita Sandberg Samuelsen, advokat á Advokatskrivstovuni.
Eisini luttekur danski íverksetarin Lars Wiberg Ettrup , sum greiðir frá sínum royndum í Keypmannahavn, har hann eitt nú hevur stovnað ein skrivstovufelagsskap fyri íverksetarar, Rocket Labs.
Dagurin endar við pallborði, har Jónhild Rasmussen, Olavur Ellefsen og Heri Schwartz Jacobsen umrøða hvussu umstøðurnar hjá íverksetarum í Føroyum kunnu betrast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Halgir Winter Nagata, fyrireikara, og voð Lars Wiberg Ettrup.
(Mynd: Kári Annand Berg)