Nebo: Møtini verða tulkað til útlendingar

So nógvir nýføroyingar ganga á møti hjá brøðrasamkomuni Nebo á Toftum, at møtini verða tulkað til enskt.

So nógvir nýføroyingar ganga á møti hjá brøðrasamkomuni Nebo á Toftum, at møtini verða tulkað til enskt.

 

Tað skrivar Jóannes Hansen, sum hevur sína dagligu gongd í Nebo á Toftum, á Facebook.

 

– Eftir møtið í Nebo á Toftum í morgun vórðu vit bjóðað at fáa okkum ein bita. Tað er drekkamuður hvønn sunnudag eftir møtið, og einaferð um mánaðin eta vit frokost saman. Í so máta var tað ikki so serligt í dag, men kortini var tað øðrvísi.

 

– Seinastu árini er talið á útlendingum, sum vitja í Nebo, støðugt vaksið. Rættari er møguligt at siga, at hetta eru nýføroyingar. Tey eru fødd og uppvaksin aðra staðni í heiminum, og nú eru tey búsett í Føroyum, skrivaði Jóannes Hansen í gjár.

 

Tað sermerkta á møtinum er, at alt tað, sum verður sagt og sungið, verður tulkað umvegis serliga skipan, ið ber við sær, at tey, sum ikki skilja føroyskt, hava møguleika at lurta eftir eingilskari umseting, uttan at samkoman annars verður órógvað av, at alt verður umsett úr føroyskum og til eingilskt.

 

Hetta er júst sum tá fundir eru í ST ella í ES tinginum, at tað, sum sagt verður tulkað til ymsu tungumálinum. Í Nebo verður tó bara tulkað til enskt. Tað eru eini 5-6 fólk, sum skiftast um at tulka.

 

– Tað serliga í dag var, at tað vóru nýggju føroyingarnir, sum vóru vertir, og vit, sum eru fødd og uppvaksin í Føroyum, og sum kenna føroysku matmentanina sum okkara, vóru boðin at fáa okkum, greiðir Jóannes Hansen frá.

 

Nýføroyingarnir, sum eru aðra staðni frá í Europa, úr Arfrika, Latínamerika og úr Fjareystri, borðreiddu við onkrum av tí, sum tey eru uppvaksin við, og sum tey hava eins lætt við at fyrireika, sum tá ið vit kóka seyðarhøvd ella ræstan fisk.

 

– Morgunin var fagur, boðskapurin var góður, og so var tað heilt forkunnugt at fáa sær av tí, sum fittu og føgru fólkini borðreiddu fyri okkum.

 

– Stóra takk fyri tit, sum fyrireikaðu og settu á borðið fyri okkum. Ynski tykkum øllum blíðan byr í vikuni, sum bíðar við nýggjum avbjóðingum, sigur Jóannes Hansen.