Danmark: ES vil ikki hækka kvotuna av nebbasild. Hetta kemur ógvuliga dátt við hjá donskum fiskimonnum, sum høvdu vónað at fingið eina størri kvotu.
Seinastu tíðina hava danir lagt trýst á fiskivinnumyndugleikarnar í ES fyri at fáa teir at økja kvotuna.
Málið hjá dønum hevur verið, at kvotan hækkar við 50.000 tonsum.
ES steðgaði herfyri síni nebbasildaveiði eftir at kvotuparturin upp á 170.000 tons, sum fiskifrøðingar mæla til, er fiskaður.
Nú er tað so greitt, at danir hava fingið nei frá ES til eina størri kvotu av nebbasild.