Nebbafiskur í New York

Ein næstan 20 metrar langur nebbafiskur er strandaður úti fyri New York-býarpartinum Queens. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at hvalurin er á lívi, men at hann sleppur neyvan livandi haðani.

– Hvalurin er illa í holdum, sigur Rob DiGiovanni í felagsskapinum Riverhead Foundation, sum stríðist við at bjarga hvalinum.

Nebbafiskurin er tað næststørsta djórið í heiminum. Bara royðurin er størri. Ein fullvaksin nebbafiskur kann blíva longri enn 20 metrar, og teir kunnu blíva meiri enn 100 ára gamlir.