Tíggju minuttir í seks í gjár fekk løgreglan boð um, at tveir nebbafiskar vóru strandaðir millum Streymnes og Hvalvík.
Løgreglan sendi boð eftir Vørn, so at teir kundu fáast leysir aftur, men áðrenn hjálpin kom á staðið, hevði trupulleikin loyst seg sjálvan.
- Teir lógu har um ein hálvan tíma, men so gjørdu teir brádliga ein vørr, blivu leysir aftur og svumu síðan burtur. Síðan hava vit ikki sæð teir aftur, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Nebbafiskur var ikki einasta hvalaslag, ið varð sædd í Føroyum í gjár. Løgreglan fekk eisini fráboðan um, at døglingar vóru inni í Skálafjørðinum og lógu uttanfyri skipasmiðjuna á Skála. Tað er tó ikki lov at drepa døglingar, so í staðin blivu teir í staðin riknir av fjørðinum aftur.