Ein av heimsins bestu hondbóltsspælarum, Cristina Neagu, fær ikki spælt meira í verandi EM-endaspæli, har hon saman við Rumenia hevur spælt seg heilt fram til hálvfinaluna, sum verður ímóti Russlandi fríggjadagin.
Tað var í dysti ímóti Ungarn í gjárkvøldið, at 30 ára gamla Cristina Neagu koma illa til skaða. Hon boðar í dag frá, at tað er krossbandið, ið hevur fingið skaða, og at hon ikki fær spælt meira í hesum EM-endaspælinum.
Fleiri landsliðsvenjarar, eitt nú Kim Rasmussen hjá Ungarn og Helle Thomsen hjá Hollandi, hava funnist at EHF fyri at leggja alt ov tætta dystarætlan – bæði áðrenn EM-endaspælið og í sjálva endaspælinum.
Cristina Neagu varð kosin heimsins besti hondbóltsspælari í 2010, 2015 og 2016. Hon náddi at skjóta 44 mál í hesum EM, sum er næstflest í kappingini aftanfyri serbisku Katarinu Slezak við 50 málum.
Hálvfinalurnar verða spældar fríggjadagin. Kl.16.30 spæla Russland og Rumenia, og kl.20.00 spæla Holland og Frakland. Finalan verður sunnudagin kl.16.30.
Sjónband av skaðanum hjá Cristinu Neagu sæst omanfyri.