NEAFC-avtalan er eitt framstig

- Skipanin verður hon, at tá eitt skip kemur í havn við frystum fiski, skal skipið upplýsa, hvussu nógvan fisk, skipið hevur, hvørji fiskasløg talan er um, og hvar veiðan er fingin. Skjalið við hesum upplýsingum verður sent til flagglandið, sum skal upplýsa, um allir formalitetir hjá skipinum eru í lagi, sigur Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum

Eftirlit

Londini í NEAFC, sum er fiskiveiðifelagsskapurin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, eru sum kunnugt samd um at skerpa eftirlitið við landingum av frystum fiski. Endamálið við átakinum er at gera tað truplari hjá skipum, sum fiska uttan kvotu og uttan loyvi, at sleppa av við fiskin.
    Tað eru NEAFC-londini, Noreg, Føroyar, Ísland, Grønland, Rusland og ES, sum hava gjørt avtaluna, sum kemur í gildi 1. mai.

Skerpað eftirlit
Martin Kruse, sum starvast á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at avtalan millum londini ber í sær, at tá eitt skip skal landa frystan fisk, skal tað í fyrsta lagi boða fiskiveiðimyndugleikunum í landinum frá, hvussu nógvan fisk, skipið hevur, hvat slag av fiski, talan er um, og hvar fiskurin er veiddur. Skjalið við hesum upplýsingum verður síðan sent fiskiveiðimyndugleikunum í flagglandinum hjá skipinum, og ikki fyrr enn váttan er komin um, at veiðan er veidd á lógligan hátt, sleppur skipið at landa.
    Tað er NEAFC, ið hevur gingið á odda fyri at seta hesa skipan í verk, og skrivstovuleiðari hjá felagsskapinum er Kjartan Hoydal.
    Tað verður Fiskiveiðieftirlitið í Føroyum, sum kemur at standa fyri føroyska partinum av eftirlitinum.
    Martin Kruse sigur, at nýggja skipanin ikki fer at føra til so stóra broyting hjá føroyska eftirlitinum í mun til tað, sum verið hevur, tí stovnurin hevur javnan verið umborð á fiskiførum og kannað veiðina.
    - Nýggja skipanin, sum londini nú eru samd um at seta í verk, fevnir bert um frystan fisk.
    Hann væntar, at skipanin fer at gera tað torførari hjá skipum, sum fiska ólógliga, at sleppa av við veiðina.
Martin vísir á, at tað er fiskiveiðieftirlitið í NEAFC-londunum, sum skal syrgja fyri, at eftirlitsarbeiðið verður gjørt, og ikki fyrr enn “grønt” ljós er komið úr flagglandinum, kann landingin ella umskipingin av veiðini byrja.
    - Fiskiveiðieftirlitið syrgir soleiðis fyri, at skjølini fara til flagglandið, og tað er eisini fiskiveiðieftirlitið, sum fær skjølini aftur, sigur hann.

Eingi undantøk
Spurdur, um slíkt eftirlit bert verður framt, um illgruni er um, at talan er um ólógliga veiði, sigur Martin, at eftirlitið skal fremjast í hvørjum einstøkum føri – og ikki bert, har illgruni er um óskipaða veiði.
- Vit kunnu taka eitt dømi. Kemur føroyskur flakatrolari við frystum fiski til Bretlands, er skipið undir sama eftirliti, sum onnur skip, ið koma við frystari fiskavøru. Tá skulu vit, sum uppruna land – ella flaggland – kanna viðurskiftini og vátta yvirfyri bretsku fiskiveiðimyndugleikunum, at veiðan hjá skipinum er veidd sambært skipaðum viðurskiftum. Ikki fyrr enn hendan váttan fyriliggur í Bretlandi, kann landingin ella umskipingin byrja.
    Martin sigur, at avtalan soleiðis fevnir um skip í øllum londum, sum fiska í NEAFC-økinum og frysta fiskin, og tá ES eisini er partur av avtaluni, fevnir hon soleiðis um flestu lond her um okkara leiðir.

Økt samstarv
- NAFO, sum er fiskiveiðifelagsskapurin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum, hevur sína egnu skipan, ið er ein líknandi skipan sum hendan, ið nú verður galdandi millum NEAFC-londini.
    Hann sigur, at samstarvið millum felagsskapirnar er vorðið størri og størri, og tí metir Martin Kruse á Fiskiveiðieftirlitinum, at tað í framtíðini verður truplari hjá skipum at reka ólógliga ránsveiði í altjóða sjógvi.
    Vit spurdu eisini, hvussu greiða kann fáast á eini frystilast, ið móðurskip ella farmaskip kemur við, tá talan er um fisk frá ymiskum skipum.
    - Her skal móðurskipið skjalprógva eitt nú veiðu, fiskasløg og fiskileiðir hjá hvørjum skipi sær, og síðan skulu skjølini sendast til upprunalandið fyri at fáa vissu fyri, at øll viðurskifti eru í lagi, sigur Martin Kruse, sum heldur, at nýggja NEAFC-avtalan er eitt framstig.