Ndende til TB

Senegalesiski miðvallarin Ndende Adama Guéye verður næsta kappingár at síggja í svørtu og hvítu TB troyggjuni. Tað veit heimasíðan hjá TB at siga.

Síðani 2008 hevur hann umboðað B68, har hann 135 ferðir hevur verið á besta liðnum. Oftast hevur hann verið miðvallari, men viðhvørt hevur Ndende verið í miðverjuni. Eitt nú síðsta kappingarár, tá ið B68 stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting, var Ndende fyri tað mesta miðverji. Hann hevur skorað 20 mál, og í evstu løtu í síðsta umfari var um reppið, at hann skoraði eina ferð aftrat í Trongisvági, har TB og B68 telvaðu fyri at sleppa undan niðurflyting.
Tað endaði við, at B68 flutti niður. Ndende var sáttmálabundin at B68 næsta kappingarár, men nú toftamenn fara at spæla í næstbestu deildini, ætla teir at dúva upp á teir, sum eru uppvaksnir í felagnum, og nú hevur TB skrivað undir sáttmála við Ndende, sum er 29 ára gamal.