VÀGATUNNILIN
NCC, sum hevur gjørt sjálvan tunnilin fyri P/F Vágatunnilin, manglar bert at rudda upp, so eru teir lidnir við verkætlanina Vágatunnilin.
Somuleiðis skulu onkur heilt lítil arbeiði gerast.
?Tað eru sovorðnir snøklar, sum altíð eru í tílíkum arbeiðum, sigur Herman Lindberg frá NCC.
Hesa vikuna og næstu viku fara fólk frá NCC at rudda upp. Síðani verður farið í jólafrí, og tað, sum so er eftir, verður so tikin eftir høgtíðina einaferð.
Hóast NCC nú pakkar saman í sambandi við Vágatunnilin, so hevur fyritøkan ongar ætlanir um at gevast í Føroyum.
?NCC ætlar sær at halda fram í Føroyum og bjóða upp á tey arbeiði, sum vit halda vera áhugaverd, sigur Herman Lindberg.
Dávid Reinert Hansen váttaði fyrr í vikuni, at NCC er inni í myndini til at gera Norðoyatunnilin, nú bíðað verður eftir politisku viðgerðini. Men hetta vil NCC sjálvt ikki gera nakrar viðmerkingar um.
Alt annað arbeiði, sum er eftir í sambandi við tunnilin, er arbeiði hjá øðrum veitarum enn NCC, m.a. ymiskt elektriskt arbeiði.
Nú arbeiðið er liðugt, er Herman Lindberg eisini væl nøgdir við arbeiðið.
?Vit eru ongantíð heilt nøgdir, men sum heild eru vit væl nøgdir við arbeiðið, sigur Herman Lindberg.










