Arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin til Vágarnar liggur stilt í hesum døgum, og tað hevur við sær, at tíðarætlanin fyri arbeiðið er rokin.
? Vit vóru frammanfyri tíðarætlanina, áðrenn verkfallið byrjaði, men tað eru vit ikki longur, og tá vit sleppa í gongd aftur, eru vit komin afturúr, sigur Herman Lindberg, umsitingarleiðari hjá NCC í Føroyum.
? Hetta er ein sera óheppin støða, sum vit eru komin í. Vit vóru í fullari ferð, tá verkfallið kom, og tað fer at taka nógvar dagar eftir verkfallið, áðrenn vit fáa rættiliga ferð aftur á arbeiðið aftur, sigur hann.
Norðmenn sendir heim
NCC hevur havt 25 norðmenn til arbeiðis, umframt teir 35 føroysku arbeiðsmenninar, men allir hesir eru farnir heim.
Norðmenninir arbeiða í vaktum. Teir eru í Føroyum í fýra vikur og hava síðani frí í tvær vikur. Síðst í næstu viku skuldi vaktarskifti verða, men longu nú verða norðmenninir, sum hava verið til arbeiðis, sendir heim, og avloysararnir hava fingið boð um at bíða við at koma hendanvegin.
? Framdriftin í arbeiðnum stegðaði beinanvegin, tá verkfallið kom. Vit fingu loyvi at tryggja tunnilin, og síðani hava vit gjørt ymiskt umvælingararbeiði. Men nú er alt í besta standi, og tí er eingin orsøk at hava fólki til arbeiðis, sigur Herman Lindberg.
Ongantíð áður
Leigan av amboðunum, sum verða brúkt til at gera Vágatunnilin, kostar einar 150.000 krónur um dagin, og seinastu tvær vikurnar eru hesir pengar goldnir, uttan at amboðini hava verið í brúk.
? Leiðslan í Danmark og Noregi skilir einki av støðuni, tí teir hava ongantíð verið úti fyri slíkum áður. Tað er ótrúligt, at hetta verkfallið skal sleppa at draga út, tá tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri samfelagið, sigur Herman Lindberg.
? Vit missa sum er nógvar pengar, arbeiðsfólkið er tímaløn og missir eisini pengar, og so er tíðarætlanin hjá okkum rokin fyribils. Støðan er ótolandi, sigur umsitingarleiðarin hjá NCC í Føroyum.
Dýrkar Norðoyatunnilin
NCC hevur bjóðað sær at gera Vágatunnilin fyri ein fastan prís, og tí eru tað teir, sum sita við Svartaperi, nú verkfallið leggur arbeiðið lamið.
? Vit hava ikki roknað eitt verkfall inn í okkara tilboð, men hetta er nakað, vit mugu hugsa um til eina aðru ferð. Skulu vit hava eitt drúgt verkfall annaðhvørt ár, so má tað eisini takast við í møgulig tilboð, sigur Herman Lindberg.
Ætlanin hevur verið, at arbeiðið at gera Norðoyatunnilin um Leirvíksfjørð skal byrja, tá Vágatunnilin er liðugur, og tí kann tað henda, at hetta arbeiðið fer at dýrka, tá tilboðini skulu taka hædd fyri einum ella tveimum drúgvum verkfallum.
? Eg haldi, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum skjótast skulu finna saman til samráðingar aftur, so endi fæst á hesi støðuna. Hetta kunnu vit ikki liva við, sigur Herman Lindberg.