NBA setti áskoðaramet

Talan var um metstóra áskoðarafjøld, tá East og West hittust í árliga showdystinum í NBA um vikuskiftið. Dysturin varð hesa ferð spældur á Cowboys Stadion í Dallas, og ikki færri enn 108.713 áskoðarar vóru til dystin, sum East rættiliga óvæntað vann 141-139. – Vit ætlaðu, at tað skuldi verða ein fest, og tað gjørdist tað eisini, sigur David Cuban hjá Dallas Mavericks, sum saman við Dallas Cowboys stóð fyri dystinum.