Nazistisk rakstrarróp ímóti ísraelskum fótbóltsspælara

Gamla týska stórliðið, Kaiserslautern hevur ikki vunnið ein dyst tey seinastu 13 umførini í tí týsku Bundesliguni. Liðið hevur ikki vunnið ein dyst síðani 22. oktober í fjør, og er liðið nú undir niðurflytingarstrikuni í Bundesliguni.

 

Í dag møttu so 200 dansandi óðir Kaiserslautern-fjepparar til venjingina hjá liðnum, har teir veruliga vístu seg frá sínari ringastu síðu.

 

Ìsraelski framherjin, Itay Shechter upplivdi at verða niðurgjørdur av teimum óðu fjepparunum, sum róptu nazistisk rakstrarróp eftir ísraelska framherjanum.

 

Kaiserslautern vil ikki finna seg í slíkum atburði, og er týska løgreglan nú komin uppí málið. Millum teir 200 mennirnar, sum nevna seg fjepparar, vóru 10 mans, sum hava havt forboð at sleppa til heimadystirnar hjá Kaiserslautern, orsaka av ringum atburði.

 

Formaðurin fyri stýrinum í Kaiserslautern, Stefan Kunz staðfestir yvirfyri týskum miðlum, at rasisma og diskriminering verður ikki told í Kaiserslautern.

 

- Slíkur atburður er ræðandi. Vit fordøma slíkan atburð, og vit taka stóra frástøðu frá slíkum atburði, sigur venjarin Marco Kurz við týskar miðlar.

 

Aftaná venjingina í morgun var eitt ógvusligt keglarí millum spælararnar og teir 200 sonevndu fjeppararnar. Spælararnir duldu ikki, at teir ræddust teir óðu fjeppararnar.