Nazistarnir vóru ikki so ringir kortini

Franski høgrapolitikarin Jean-Marie Le Pen hevur aftur fing-ið øði í sínar landsmenn

Seks ferðir er tann nú 76 ára gamli Jean-Marie Le Pen dømdur fyri rasistiskan og antisemittiskan málburð, men tað hevur ikki tept hann.
Í vikuni hevur Le Pen enn eina ferð fingið øði í fransmenn, tí í samrøðu við høgrablaðið Rivarol sigur hann, at tann týska herset-ingin undir seinna heimsbardaga var ikki ómenn-iskjalig, sjálvt um nazistarnir fóru um mark í nøkr-um fáum førum.
Nógvir fransmenn eru í øðini um orðalagið, og jødiski felagsskapurin CRIF sigur, at orðini hjá Le Pen eru niðrandi fyri minnið um tey, sum doyðu í nazistiska harðskapinum. Umleið 76.000 franskir jødar vórðu sendir í týsku týningarlegurnar undir seinna heimsbardaga. Bara 2.500 komu heimaftur á lívi.