Navnið er Sjóvarlon

Í Sjóvar kommunu er sambandið við sjógvin sterkari og lagnutyngri enn í flest øðrum bygdum í Føroyum.

 

Í gjár var móttøka í sambýlinum á Strondum, sum hevur fingið navnið Sjóvarlon. Sjóvar kommuna skrivaði út navnakapping til sambýlið, sum kommunan í gjár fekk lykilin til.

 

Ikki færri enn 32 uppskot komu inn um navnið, og kommunustýrið valdi navnið Sjóvarlon, sum Karina og Svend Højgaard høvdu sent inn.

 

Saman við navnauppskotinum sendu Karina og Svend hesa grundgeving fyri, hví kommunustýrið skuldi velja navnið Sjóvarlon. Tey halda, at navnið er hóskandi av ymiskum orsøkum.

 

- Fyrra helvt av navninum (Sjóvar) sipar til sjógvin og havið, eins og heitið á kommununi eisini ger. Staðsetingin av sambýlinum gevur eitt vakurt og frítt útsýni eystur- og suður eftir yvir havsbrúnna, har sólin rísir og ferðast um himmalhválvið.

 

Tey vísa á, at her er sjónarringurin víður, og útsýni er út yvir havið, so langt sum eyga røkkur. Hetta er sami sjónarringur og sama havsbrúgv, sum kvinnur og børn í mannaminni hava skoðað út yvir og bíðað eftir sínum kæru monnum, brøðrum og synum, sum vóru á havinum fyri at vinna til lívsins uppihald.

 

- Hetta hav hevur átt lívið í føroyinginum gjørnum øldir, verður lagt aftrat.

 

Í Sjóvar kommunu er sambandið við sjógvin sterkari og lagnutyngri enn í flest øðrum bygdum í Føroyum.

 

- Havið hevur verið til signingar fyri nógvar familjur. Men við sorg og eyðmýkt mugu vit eisini ásanna, at sjógvurin hevur verið eitt vandamikið arbeiðspláss, sum hevur broytt lagnuna fyri mangar familjur her á staðnum. Um nakar kann, so kunnu vit, sum búleikast her, taka undir við orðunum: Havið gevur og havið tók!

 

Tey vísa eisini á, at seinna helvt av heitinum (lon) umboðar eitt fjálgt, trygt og heimligt stað. Hetta er ein bygningur við fleiri samanbygdum lonum. Soleiðis minnir hann ikki sørt um ein gamlan føroyskan bóndagarð, sum liggur virðiliga í javnvág við lendið og umhvørvið.

 

- Tískil er Sjóvarlon eitt hóskandi navn til sambýlið hjá Sjóvar kommunu, halda Karina og Svend Højgaard, sum áttu vinnandi uppskotið.