Tað er vorðin ein sportur at finna løgin og sermerkt nøvn til børnini. Og her ganga stjørnurnar av álvara undan. Her eru nøkur av teimum minni vælumhugsaðu nøvnunum. Nicholas Cage hevur kallað sonin Kal-el, ið er navnið, sum Superman hevði á planetini Krypton.
Dóttir Peter Andre og Jordan eitur Princess Tiaamii. Tað má vera eitt sindur løgið at eita Prisessa til fornavn.
Jermaine Jackson nevndi sítt barn einki minni enn Jermajesty, ið á enskum minnir sera nógv um úttaluna av ?Your Majesty?, altso ?Tygara Hátygn?.
Sonur Sylvester Stallone eitur Sage Moonblood. Umsett: Salvia (sum er ein kryddurt) Mánablóð.
Yngsti sonur Michael Jackson hevði á føroyskum itið Teppi, tí hann hevur fingið navnið Blanket.
Jason Lee hevur nevnt sonin Pilot Inspector. Altso Flogskipara Eftirlitsmaður.
Ashley Simpson hevur valt sjáldsama navnið Bronx Mowgli til sín son. Bronx er sum kunnugt ein av harðastu býarpørtunum í New York og Mowgli var Disneydrongurin, sum vaks upp í frumskóginum.
Dóttir Gwyneth Palthrow og Chris Martin eitur Súrepli.










