Navn: Treysti Holm, 6 ár
Foreldur: Elin Holm og Jonhard Eliasen
Bústaður: Tórshavn
- Fyri okkum hevur eitt barnanavn stóran týdning. Navnið og barnið, sum ber tað, renna jú saman og verða til eitt, bæði hjá barninum sjálvum og teimum, sum kenna barnið, sigur Jonhard Eliasen, pápi Treysta.
Í sambandi við nøvini hjá børnunum, sum eru trý í tali, hava Jonhard Eliasen og Elin Holm valt ikki at kalla tey upp.
- Í staðin hava vit roynt at funnið fram nýggj nøvn við at leita í ymsum norðurlendskum orða- og navnasøvnum. Fyri øll børn okkara hevur verið galdandi, at vit ikki hava havt skund við at navngeva. Ymist er, sum hevur havt týdning, men navnið skal helst siga okkurt um barnið, greiðir Jonhard Eliasen frá.
Vóru í iva
Tá yngsti sonurin skuldi hava navn, vóru tey bæði foreldrini eitt sindur í iva um navnið.
- Vit noyddust at geva okkum góða tíð fyri at finna út av ‘temperamentinum’ hjá honum og síðan at finna okkurt, ið passaði. Eins og áður skrivaðu vit langan lista við nøvnum, sum vit hildu vera í lagi. Listin fevndi bæði um nøvn, sum longu funnust og nøvn, vit høvdu roynt at smíðað sjálvi, fortelur Jonhard Eliasen.
Tey fóru síðani øvugta vegin við at minka um listan við at útiloka eitt navn fyri og annað eftir.
- At enda stóð bert Treysti eftir á listanum. Hetta hildu vit hóskaði væl, tí hesin lítli var góður í sær og áhaldin, sigur Jonhard Eliasen og vísir á, at tey nærmastu í familjuni vóru glað fyri navnið.
- Ommur og abbar og onnur av teimum nærmastu tóku væl ímóti navninum og vóru ikki so bilsin. Tey høvdu longu við nøvnunum hjá stórabeiggjanum og systrini hjá Treysta vant seg við óvanlig nøvn, sigur Jonhard Eliasen, sum sipar til nøvnini Eiri og Leik, sum systkini hjá Treysta eita.
- Fólk annars hildu eisini, at navnið var fitt, men tey spurdu kanska meira enn ta einu ferðina um navnið, tí tey ikki høvdu hoyrt hetta áður.
Torført við serstøkum nøvnum
Sum heild halda Jonhard Eliasen og Elin Holm, at fólk halda tað vera gott, at nýggj nøvn koma við í hópin av nøvnum, sum kunnu gevast føroyskum børnum. Men tey vita eisini, at tað ikki er so líkatil at geva børnum serstøk nøvn.
- Her ynskir lóggávuvaldið, sum á so mongum øðrum økjum, at leggja seg út í privat viðurskifti. Foreldur hava í útgangsstøði ikki frælsi at geva børnum sínum navn, tey sjálvi ynskja, greiðir Jonhard Eliasen frá og heldur fram:
- Í fyrsta umfari kunnu foreldur velja millum nøvn, sum longu eru á navnalistanum, sum víst verður til í navnalógini. Um navnið, tey ynskja, ikki finst á hesum lista, mugu foreldrini í gongd við kontórvaldið, sum umsitur navnalógina. Hetta fer fram eftir reglum, sum finnast í navnalóggávuni. Navnanevndin, sum varð stovnað við navnalógini, hevur í hesum føri stórt tulkingarvald, sigur Jonhard Eliasen, sum hevði ynskt, at tað var lættari at geva børnum serstøk nøvn.
- Væl er skiljandi, at lóggávuvaldið ynskir, at børn ikki skulu fáa nøvn, sum verða teimum til ampa. Men vit halda, at lógin – ella umsitingin av henni - kundi verið meira liberal, enn hon er. Vit hava verið gjøgnum kvørnina 3 ferðir. Úrslitið av einu royndini vórðu vit ikki so fegin um. Hinar báðar gingu væl.