Torbjørn Jacobsen hevur givið fólkatingslimun og øðrum greið boð um, at heitið á flokki hansara er Tjóðveldisflokkurin og ikki Det Republikanska Parti. Hetta verður gjørt í rundskrivi til øll í Fólkatinginum.
Skrivið er soljóðandi:
?Efter ønske fra Tórbjørn Jacobsen, der er stedfortræder for Høgni Hoydal, skal partibetegnelsen for færingerne fremover anføres som Tjóðveldisflokkurin og ikke Det Republikanske Parti. Partiforkortelsen bliver herefter TF. Skrivið er sent av Bente Svensson.
Hitt føroyska umboðið á fólkatingi, Lisbeth L. Petersen, hoyrir til tingbólkin hjá Venstre. Undir yvirlitinum á heimasíðuni hjá Fólkatinginum (folketinget.dk) standa bæði Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen sum ?Folketingsmedlem for Færøerne.