Stovnandi aðalfundur fyri nýggja frælsafelagið, sum Randi Kúrberg og Heri Ziska hava sett á stovn, var í dag. Navnið á felagnum gjørdist Hvirlan.
Búmerki, litir felagsins og heimasíða vóru eisini avdúkað. Reytt, svart og hvítt koma at ímynda felagið, og nýggja heimasíðan kemur væntandi í komandi viku undir navninum www.hvirlan.fo.
Árni Ziska hevur teknað búmerki felagsins. Tað myndar ein forðarennara, sum á veg um eina forðing.
Í nevndina vóru vald Kári á Dunga, Rúna Hentze, Bjørg Svabo, Heri Ziska og Randi Kúrberg. Tiltakslimir eru Rógvi Højgaard og Jan Hentze.