Navn títt er ... Korndalsgarður

Hvítusunnudag var hátíðarløta í Eiðis skúla, tá vinnararnir av tveimum kappingum vórðu avdúkaðir. Nú hevur skúlin í bygdini fingið búmerki og barnagarðurin navn.

Eiði: - Vit eru sera bilsin av stóru undirtøkuni, sigur Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði.

Tað var við spenningi, at Eiðis kommuna skrivaði út kapping um búmerki til skúlan og navn til nýggja barnagarðin, sum skal takast í nýtslu seinni í summar.

Tá freistin at senda uppskotini inn vóru ikki færri enn 109 uppskot komin til navnakappingina og 23 til kappingina um búmerkið.

Hesi eru øll síðani viðgjørd í serligari dómsnevnd, og nú var stundin komin at avdúka hvør átti vinnandi uppskotini.

Dómsnevndin kom fram til, at Øssur Egilstrøð gjørdist vinnari av navnakappingini við heiti sínum "Korndalsgarður". Hetta er í sama lagi sum eldrasambýlið í nánd av barnagarðinum og sum kallast Korndalsbýlið.

Hesin sami Øssur Egilstrøð hevði eisini gjørt uppskot um búmerki til skúlan. Hansara uppskot gjørdist nr. 2, meðan tað hjá Magnusi Magnussen varð kosið sum tað besta.


Fantasifull

Kappingin um navn til barnagarðin og búmerki til skúlan endaði 6. mars, tá uppskotini skuldu vera inni.

Síðani tá hevur ein dómsnevnd viðgjørt øll hesi mongu uppskotini, og gjørdi tilmæli til bygdaráðið sum tók støðu til hetta á seinasta fundi sínum.

Sum skilst hava fólk verið sera fantasifull at finna uppá bæði nøvn og búmerki.

Í dómsnevndini fyri búmerki til skúlan sótu Hanna Andreasen, Tom Joensen og Tordur Niclasen, meðan Hans Erland í Brekkunum, Tom Joensen og Tordur Niclasen sótu í nevndini sum viðgjørdi navn til barnagarðin.

Tá nøvnini vórðu avdúkað varð nógv gjørt burturúr í skúlanum. Her vóru bæði tónleikur, røður og felagssangur, eins og ein góður drekkamunnu til børn og vaksin.

- Tað var eisini sera hugaligt, at nógv fólk møttu til hetta tiltakið, sigur borgarstjórin á Eiði. 




Vinnarar av kappingunum


Inn komu 109 uppskot um navn og 23 um búmerki.

Vinnarar um navn til barnagarðin gjørdust:


1. Øssur Egilstrøð við navninum "Korndalsgarður"


2. Anna Sofía Kristiansen við navninum "Sóljugarður"


3. Svenning av Lofti við navninum "Hólmagarður" 


Vinnarar av búmerkjakappingini gjørdust:

1. Magnus Magnussen

2. Øssur Egilstrøð

3. Norma K. Egholm