Navigator er leysur

Atlantic Navigator kom nakað fyri klokkan eitt av landi aftur, og nú verður roynt at sleipa skipið til bryggju í Ánunum. Brimil gjørdi tvær royndir at sleipa Navigator av landi um midnáttarleitið, men tað miseydnaðist. Seinnu ferðina slitnaði endin.

Fagraberg gjørdi síðani klárt at gera eina roynd, men tá fór Navigator av landi sjálvur. Hetta var nakað fyri klokkan eitt týsnáttina.

Síðani rak skipið eina løtu, áðrenn tað eydnaðist Fagraberg at fáa enda á Navigator, og nú verður roynt at sleipa trolaran til bryggju í Ánunum.