Navia útflytir tógv

Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum hevur Navia, sigur, at fyritreytin fyri at útflyta føroyskt tógv, er, at fólk síggja eina bindibók, haðani tey kunnu fáa hugskot til ymisk pløgg, sum tógvið kann evnast til

Navia

Tógvfyritøkan, Navia á Toftum, útflytir tógv bæði til Danmarkar og Noregs, og arbeitt verður eisini við at marknaðarføra føroyska tógvið á svenska og týska marknaðinum.
Tógvið hjá Navia verður spunnið í Noregi, haðani tað kemur heim til Føroya og verður selt í Føroyum og útlandinum.
Óli Kristian á Torkilsheyggi, sum eigur Navia, sigur, at fyritreytin fyri at kunna útflyta føroyskt tógv, er, at fólk, sum skulu keypa tógvið, hava eina bindibók, haðani tey kunnu fáa hugskot til ymisk pløgg.
- Tað er ikki minst í hesum sambandi, at Navia á Toftum og Bindibúðin í Havn geva út eina bindibók í felag við ymiskum hugskotum.
Í bindibókini eru útvald mynstur og pløgg, sum konufólk hava gjørt.
- Men á framsýningini, sum vit høvdu á Torginum í SMS, vóru eisini tey mynstur og pløgg við, sum ikki sluppu við í bindibókina, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi.