- Navia tryggjar, at vit føroyingar fáa føroyskar troyggjur og tógv í framtíðini.
Tað sigur stjóri í ullafyritøkuni, Navia á Toftum, Óli Kristian á Torkilsheyggi.
Navia á Toftum tók ímóti stívliga sjey tonsum av føroyskari ull í summar. Ullin varð keypt fyri fimm krónur fyri kilo við umbýti av vørum í handlinum hjá Navia.
Størsti parturin av ullini kom frá bøndrum runt um á Skálafjørðin og úr Syðrugøtu.
- Síðani er ullin í samstarvi við ALS skild í fimm ymiskar litir og er nú á veg til Ongland, har ullin skal vaskast.
Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri á Navia, sigur, at hann var væl nøgdur við undirtøkuna frá bøndrum og fólkið annars, ið fáast við seyðahald.
- Samarbeiði við ALS var eisini framúr gott og átti sín part í, at okkara ullamóttøka og skiljing av ullini gekk væl.
Stjórin sigur, at ullin, sum er keypt, verður øll hagreidd, og so kemur hon aftur til landið - antin sum tógv ella troyggjur.
- Tískil skulu føroyingar ikki vænta at ganga kaldir í framtíðuni. Vit kunnu altíð veita viðskiftafólki eina góða føroyska troyggju - ella tógv til troyggju, um fólk vilja binda hana sjálvi, sigur Óli Kristian á Torkilsheyggi.