Navalnyj skuldi eftir ætlan vera partur av fangaumbýtinum

Men navnframi russiski andstøðingurin doyði í eini sibirskari fangalegu í februar

Eitt søguligt fangaumbýti fór fram í gjár, har ikki færr enn 24 fangar, sum sótu í USA, Russlandi, Týsklandi og trimum øðrum londum vórðu býttir um.

 

LES EISINI: Stórt fangaumbýti millum USA, Russland og onnur lond á gáttini

 

Millum teirra, sum blivu leyslatin, vóru amerikanski journalisturin Evan Gershkovich, russiski andstøðingurin Vladimir Kara-Mursa og russiski mannarættindastríðsmaðurin Oleg Orlov.

 

Ein sum ikki varð býttur um, var kendi russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj.

 

Navalnyj, sum meiri enn nakar annar hevur definera andstøðuna móti Putinstýrinum, doyði í einari sibirskari fangalegu í februar.

 

Men hevði hann verið livandi, so hevði hann helst verið partur av fangaumbýtinum. Tað segði amerikanski ríkistrygdarráðgevarin, Jake Sullivan, á einum tíðindafundi í gjár sambært Axios.

 

– USA arbeiddi við sínum samstarvsfeløgum fyri eini avtalu, sum eisini fevndi um Aleksej Navalnyj, segði ríkistrygdarráðgevin.

 

Navalnyj varð fongslaður í 2021, eftir at hann yvirlivdi eina roynd at taka hann av døgum við nervaeitrinum Novitjok. Navalnyj varð dømdur til 20 ár í fangalegu, helst sum hevnd fyri eina røð av avdúkandi dokumentarsendingum, ið avdúkaðu korruptión í russisku elituni – eisini millum fólk tætt at russiska forsetanum. Í februar doyði Navalnyj undir illgrunasomum umstøðum í eini sibirskari fangalegu frá Stalintíðini, har umstøðurnar vóru ræðuligar, og har hann ikki fekk læknahjálp.

 

Hetta er fyrstu ferð, at ein amerikanskur embætismaður hevur váttað, at arbeitt varð við at fáa eina avtalu fangaumbýti, har Navalnyj var partur av tí. Putin hevur áður sagt, at hann hevði góðkent, at Navalnyj kundi verða býttur um við aðrar fangar.