Kropsvenjing
Nú koma tólini hjá illa umstríddu venjingarmiðstøðini, Nautilus, aftur til heiður og æru.
Samstundus eru tólini eitt liðugt kapittul í søguni hjá Tvøroyrar Kommunu.
Á býráðsfundi nakað fyri páskir samtykti Tvøroyrar býráð at selja tólini hjá Nautilus.
Og á býráðsfundi í farnu viku, samtykti býráðið at taka av einum tilboði uppá tólini upp á 5.000 krónur.
Tað er Daniel Hofgaard, fysioterapeutur á Tvøroyri, sum hevur bjóðað sær til at keypa útgerðina fyri 5.000 krónur.
Annars var eitt tilboð uppá 40.000 krónur eisini komið inn, men tað var latið inn, eftir at tíðarfreistin var farin, so tað varð ikki tikið við í metingunum.
Tá ið býráðið lýsti tólini til sølu, varð tilskilað, at tey fingu fyrstarætt, sum ætlaðu at seta tólini upp á Tvøroyri, so at tey kundu koma í nýtslu aftur.
Daniel Hofgaard hevur enn ikki fingið formliga at vita, at býráðið hevur tikið av tilboðnum.
Men hann sigur fyri Sosialinum, at hann ætlar at gera eina venjingsrmiøstøð í húsum sínum á Tórvheyggi á Tvøroyri, har hann hevur viðgerðarstovu frammanundan.
Tá ið hann bygdi húsini, innrættaði hann tey so, at tað skuldi bera til at gera venjingarmiðstøð í teimum, so har stendur eitt høli uppá 120 fermetrar at kalla klárt at seta tólini upp í.
Men nær hann ætlar at byrja, veit hann ikki enn.
Og við tað, at Daniel Hofgaard er fysioterapeutur og sostatt serfrøðingur á økinum, verða tey, sum venja, eisini í bestu hondum.
Eitt dýrt kapittul
Sostatt er Nautilus eitt liðugt kapittul í søguni hjá Tvøroyrar Kommun.
Men hetta hevur eisini verið eitt dýrt kapittul og nú vil Býráðið ikki síggja útgerðina fyri sínum eygum longur.
Eftir at Nautilus í Havn var farið á heysin, keypti Tvøroyrar Kommuna útgerðina fyri 2,25 milliónir, hetta var í 1986.
Men síðani nógv komið afturat í leigu til tólini, til at innrætta høli til tólini fyri o.s.fr.
Og nú avtornar, hevur skattaborgarin á Tvøroyri tilsamans goldið
5,3 milliónir fyri Nautilus-ævintýrið.
Og nú vildi Býráðið hava ein endá á teirri søguni og tí er útgerðin seld.
Býráðið hevur áður roynt at geva ítróttarfeløgum útgerðina, men tey vóru ikki før fyri at útvega og innrætta høli til endamálið og tí fingu tey ikki tikið ímóti gávuni. Øll hesi seinastu árini hava tey sostatt ligið burturgoymd.
Býráðið hevur samtykt, at Dánjal Hofgaard skal yvirtaka útgerðina í seinasta lagi 1 . mai.










