Hóast tað eru munandi færri ferðamannaskip, ið vitja Føroyar í ár enn undanfarna ár, so er tað ikki ein heilt óvanlig sjón at síggja ferðamannaskip liggja við kai í høvuðsstaðnum.
Í morgun var tað ferðamannaskipið Nautica, ið við sínum 684 ferðafólkum var á vitjan í Havnini. Umframt tey 684 ferðafólkini, ið pláss er fyri umborð, eru 400 starvsfólk umborð á skipinum.
Skipið kom á Havnini á morgun eftir, at hava loyst frá kai í Lerwick í gjár, og fer seinni víðari til Akureyri í Íslandi.
Í 2008 varð skipið álopið av sjórænarum, tá tað sigldi í út fyri Somalia. Tað eydnaðist tó at sleppa undan sjórænarunum, og hóast skotið varð eftir skipinum, so fekk hvørki manning ella ferðafólk skaða í álopinum.
Skipið varð bygt í 2000 og umvælt í 2014. Tað er 181 metrar langt og 25 metrar breitt.