Natusan og børn

Brúkarasamtakið

Natusan verður nú næstan dagliga viðgjørt av brúkararáðunum í grannalondunum, men sær hetta ikki út til at rína við hjá SCA Hygiene Products, ið stendur fyri marknaðarføring av Natusan um okkara leiðir.
Til pinkubørnini bjóða tey papírsklútar at vaska endan við undir navninum Natusan Baby Wipes. "Reint sum tað reinasta vatn" siga tey sjálvi. Alt er skjalprógvað, men tað er ikki tøkt fyri almenninginum, sigur kunningarstjórin í SCA Hygiene Products A/S, Ulla Rode.
Sannleikin vísur seg at liggja nakað burturi frá tí, ið SCA Hygiene Products boðar frá. Klútarnir innihalda nevnliga parabenir, ið eru undir illgruna fyri at órógva hormonini.
Júst somu hálovandi orð verða brúkt í marknaðarføringini av Natusan Baby Top-To-Toe Wash, hóast sápan inniheldur bæði parabenir og parfumu.
Afturat tí skaðiliga árininum á børnini, vísa fleiri umhvørvisfelagsskapir á, at evnini eisini eru skaðilig fyri náttúruna. Eitt nú hevur norski umhvørvisfelagsskapurin Grønn Hverdag (www.gronnhverdag.no), og danski brúkarafelagsskapurin Danmarks Aktive Forbrugere (www.aktiveforbrugere.dk) leingi ført eina miðvísa herferð ímóti fleiri Natusanvørum frá SCA Hygiene Products.
Danska Brúkararáðið (www.forbrugerraadet.dk) hevur melda SCA Hygiene Products til donsku umhvørvismyndugleikarnar fyri villeiðandi marknaðarføring.
Trupulleikin við tí marknaðarføringarhátti, ið verður brúktur um Natusan er, at vøran verður lýst sum sera rein og náttúrlig, og tí gevur eina mynd av, at vøran mestan er góð fyri barnið at nýta. Hetta er eisini tað, ið tey flestu foreldur hugsa. Men bara við at hyggja at vørulýsingini, sæst ein annar sannleiki.
Afturat hesum vísur ein kanning hjá danska brúkarablaðnum Tænk (www.taenk.dk), at teir vátu papírsklútarnir innihalda 57 ymiskar heilsuskaðiligar evnafrøðiligar samansetingar. Millum annað Idoproponyl Butylcarbamate (IBC). Hetta evnið er til dømis ikki loyvt at nýta í varrastift, tí varrarnar tola tað ikki. Ella Butylparaben, sum er skrásett sum sera vandamikið fyri umhvørvið.

Natusan Kids
Seinasta nýggja frá SCA Hygiene Products er Natusan Kids. Ein røð av litríkum dunkum við alskins sløgum av smílandi fruktum. Eisini ein marknaðarføring, ið lættliga villeiðir foreldur til at hugsa, at vøran einans er gjørd úr tí besta, ið náttúran kann bjóða.
Aftur her er málbólkurin tey smæstu, og aftur her leggur SCA Hygiene Products líka í, hvørji skaðilig evni verða blandaði í sápuna. Millum annað Parabenir, litevni, parfuma og ymisk haldevni, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi.
Kortini breggja tey sær í marknaðarføringini av tí skjalprógvaða mildni, ið vøran stendur fyri. Hetta er tí fallið mongum fyri bróstið, og í Svøríki hevur Svenska Naturskyddsföreningen (www.snf.se) melda SCA Hygiene Products fyri villeiðandi marknaðarføring, meðan Danmarks Aktive Forbrugere hevur gjørt tað sama í Danmark.
Á føðideildum í Danmark og Norra hevur í langa tíð verið vanligt at bjóða teimum nýggju mammunum ymiskar vørur frá Natusan. Men í Norra siga jarðamøðurnar nú stopp. Serliga tí at SCA Hygiene Products heldur seg langt burturi frá øllum heilsu og umhvørvis merkingum. Ístaðin vilja tær hava Svanamerkta merkið Babyline frá donsku fyritøkuni Derma Pharm.
Í Føroyum fáa nýklæktu mammurnar ein pakka frá apotekinum. Har lova tey, at pakkin inniheldur hvørki Natusan, luktilsi ella parabenir.
Stóru handilsketurnar Coop og Matas standa fyri einum stórum parti av søluni av Natusan. Væl vitandi um vandan, ið okkara smæstu verða sett í, vilja tey ikki taka vørurnar av hyllunum. Tó hevur Coop lagt trýst á SCA Hygiene Products um at finna onnur evni ístaðin fyri tey skaðiligu, meðan Matas hevur heitt á tey um at fáa vørurnar til børn Svanamerktar. Svanamerkið, ið er eitt norðurlendskt góðskumerki, veitir trygd fyri, at vøran er framleidd so rein og umhvørvisgóð sum møguligt.
Men SCA Hygiene Products staðfestir, at ongar ætlanir eru um at broyta samansetingina í vørum til børn. Hetta hava tey eisini loyvi til, tí eingin lóg bannar ávísum evnum til henda málbólk. Hetta hóast evnini eyðsæð gera nógv størri skaða á børn enn vaksin.