Tey eru mong, sum kunnu siga, at tað er gott fyri sálina at fara út í náttúruna at ganga. Tú andar frísku luftina í teg, styrkir teg likamliga, og tú hugsar nýggjar og frískar tankar.
Í Svøríki hava tey í fleiri ár brúkt náttúruna í samand við viðgerð fyri strongd, og nú eru eisini danskir granskarar í holt við sínar egnu royndir á hesum øki.
Norðanfyri Keypmannahavn liggur gamal skógur við eini røð av ymiskum trøum og buskum. Her er friðarligt, og fuglasongur ríkar umhvørvið.
Í einum parti av skóginum hevur Universitetið í Keypmannahavn nú innrættað "terapihavan" - Nacadia - og her eru ymiskir granskarar í holt við sínar kanningar.
Endamálið við hesum kanningum er at finna út av, hvørja ávirkan náttúran hevur, og um tað eru serstøk viðurskifti í náttúruni, sum eru týdningarmikil fyri heilsuna hjá fólki, ið dragast við sálarligar líðingar.
Verkætlanin við Nacadia byrjaði í fjør summar, og nakrir bólkar við fólki, sum eru rakt av strongd, hava longu verið í viðgerð í skógini.
Eftir viðgerð í tíggju vikur, verður yvir eina enn longri tíð fylgt við, um strongdin lættir, og um fólk tá duga betri at liva við teimum avbjóðingum, sum lívið hevur.
Málið við viðgerðini er, at fólk, sum eru rakt av strongd, skulu fáa eina betri lívsgóðsku og gerast arbeiðsfør aftur, sum tíðin gongur.
Flyta vit viðgerðirnar í Svøríki og Danmark yvir á føroysk viðurskifti, hevur kendi sálarfrøðingurin í Føroyum, Eyðun Joensen, onkuntíð sagt, at hann viðhvørt plagdi at fara ein stimitúr við sálarsjúkum.
- Eg minnist serliga ein ungan mann, sum ikki vildi tosa, men tá eg hevði viðkomandi við mær á báti ein túr út í Nólsoyarfjørð, gloymdi hann at tiga, segði sálarfrøðingurin.
Kelda til útlendska partin av greinini er www.helse.dk