Náttarravnurin nýggjan samleika

Mong munnu hava stillað sær svongdina á lítla matstaðnum ovast í gongugøtuni.

Í mong Harrans ár hevur bygningurin staðið har ovast í gongugøtuni í Havn, eitt sindur fyri seg sjálvan. Hann hevur kanska mint mest um ein bygning hjá SEV ella telefonverkinum, og um tú einans ert í býnum í dagtíð, hevur tú neyvan nakrantíð sæð bygningin í nýtslu.

 

Men legg leiðina fram við á náttartíð í vikuskiftinum og tað er sum at bygningurin broytir skap. Náttarravnurin eitur hann, lítli bygningurin beint aftan fyri busssteðgiplássið í Steinatúni, yvir av Smyrjibreyðsbúðini, við endan á parkeringsrekkjuni uttan fyri gamla bankabygningin.

 

Náttarravnurin hevur nú fingið eitt face-lift, vildi onkur kallað tað. Bygningurin er málaður svartur og hevur fingið tvey skelti við búmerki upp á takið.

 

Søgan sigur tó einki um, hvørt matskráin eisini er broytt.