Nato yvirtekur eftirlitið við Libya

Tað eydnaðist í kvøld Nato-londunum at semjast um, at samgongan skal yvirtaka alt eftirlitið við átakinum ímóti Libya, sum USA hevur havt, síðani átakið byrjaði. Turkiski uttanríkisráðharrin, Ahmed Davotoglu, sigur, at talan er um eina neyðsemju millum londini, sum eru við í Libya-átakinum, og at Nati yvirtekur eftirlitið í morgin ella leygardagin. Men ein diplomatur á Nato-borgini í Bruxelles sigur, at Nato yvirtekur ikki eftirlitið fyrr enn aftan á vikuskiftið.

Turkaland hevur funnist at álopunum á Libya, og landið hevur higartil verið ímóti, at Nato, sum landið er limur í, skal hava eftirlitið og harvið ábyrgdina av átakinum.

Frakland hevur eisini verið ímóti at geva Nato tann leiðandi leiklutin við teirri grundgeving, at tey arabisku londini vilja ikki hava átakið í Libya til eitt Nato-átak.

USA hevur havt leiðsluna av Libya-átakinum, síðani tað byrjaði, men amerikanararnir hava alla tíðina sagt, at teir vildu hava Nato at taka við sum skjótast.