Bjarni Djurholm
Vit eiga at varða okkum fyri politiskari formalismu sum politiskan løtuvinning, nú løgmaður tekur medábyrgd, tá ræður um at verja fókaræði, kristna siðvenju og frælsu mentanina.
Í hálva øld hevur NATO verið garanturin fyri persónliga frælsinum og framburðinum í Vesturheiminum. Verjufelagsskapurin hevur veitt okkum trygd fyri, at fólkastýrið hevur fest røtur í tilvitanini manna millum.
Undir kalda krígnum var ágangurin móti felagsskapinum og harvið fólkastýrinum mangan harðrendur. Undir átakinum Fólk fyri friði og øðrum líknandi felagsskapum, gjørdi uttasti politiski vinstravongurin sær afturvendandi dælt av ófrættakenda dáminum sum valdaði. Informatiónsgrundarlagið var íspunnið og stýrt av propaganduni eystaneftir, haðani málið var at spjaða ótta og óvissu og harvið at máa undan fólkastýrinum.
Her, eins og aðrastaðni, vóru tað tey, sum kritikkleyst lógu fram eftir grúgvu og leptu í seg ófrættakenda propagandaboðskapin, og spjaddu hann millum fólk í skrift og talu. Hvar eru øll hesi í dag? Tey sum komu vassandi úr Mjørkadali hvørja hvítusunnu? Hvørja støðu hava hesi nú, tá tað er avdúkað, at teirra politiska fyrimynd ikki var annað enn bluff og svindul? Og ikki minst, hvønn valdu tey politiskt tá og hvønn stuðla tey í dag?
Extremisma
Síðan múrurin rapaði, politiska óhumskan gjørdist sjónlig, valdsharrar mistu ræði og vegurin var slættaður fyri veruligun friði, hevur mangan verið spurt um leiklutin hjá NATO framyvir. Tað vóru tey, sum spáddu, at næsta átak NATO varð at verja kristna og frælsa vesturheimin undan teirri átrúnarligu fundamentalismu, sum farnu árini er vorðin alsamt meiri sjónlig, og sum heimurin longu varð skelkaður av, tá shahurin í Iran varð feldur í 1979. Eisini varð spátt, at tjóðskaparligar biltingar í leivdunum av londunum handan faldna jarntjaldið fóru at vera ein avbjóðing fyri NATO.
Spádómarnir gingu tíverri út. Ikki minst vóru forsøgnirnar um átrúnarliga extremismu rættar. Hetta varð staðfest 11. september í ár.
Nú var aftur boð eftir NATO. Hesaferð at berja niður tað haturslið av extremistum, hvørs endamál er heilagt kríggj móti okkara kristnu mentan og stýrislagi. Eitt stríð móti teimum, sum onga virðing hava fyri øðrvísi hugsandi og hvørs samfelagsfatan byggir á fundamentalismu, einaræði og kúgan.
Mannsømiligt
Øll limalondini í NATO tók lógvatak og góðu seg undir §5 í NATO-sáttmálanum, eins og Sameindu Tjóðir við Trygdaráðnum á odda stuðlaðu ætlan NATO.
Eisini vit gjørdust partur av herferðini móti altjóða áganginum. Løgmaður var skjótur at staðfesta sjálvsagda stuðul okkara móti yvirgangi, og gav verjusamgonguni fulla undirtøku, tá DK-myndugleikar vendu sær til landsstýrið. Hetta vóru aðrir manssømuligir tónar, enn sjáldsomu løgtingssamtyktirnar móti NATO farnu hálvu øldina. Løgtingssamtyktir, sum stóðu í greiðari andsøgn til týdningin av, at vit vóru undir veingjabreiði NATO og harvið kundu liva í frið og náðum í norðurhøvum.
Skal tú í mótvegis øðrum verða mettur sum virðiligur samstarvsfelagi, er neyðugt at sýna støðufesti, virkisfýsni og trúvirði. Ikki minst er hetta neyðugt í millumtjóða samstarvi. Hesa atferð sýndi løgmaður, nú boð vóru eftir okkum í sambandi við yvirgangsatsóknirnar í New York. Men sum so mangan, so stinga hógvarnir undan onkrastaðni.
Opportunisma
Farnu dagarnar hava vit sæð politiskan glantrileik, har menn og flokkar kropp á kroppi harta løgmann, tí hann tók skjóta avgerð í hesum álvarsmáli. Men hvar er trupulleikin? Uttanlandsnevndin var ikki kunnað, verður sagt. Løgtingið slapp ikki at vísa medábyrgd, sigur onkur annar.
Vantandi samskifti millum ávísar nevndarlimir og formannin í uttanlandsnevndini kann ikki forða løgmanni at taka alneyðugar avgerðir við stuttum skotbrái. Tað kann tí ikki metast annað enn eftirrationalisering og politisk opportunisma íblandað xenofobar reflexreaktiónir, nú orðadráttur er í fjølmiðlunum millum tingmenn um leiklut løgmans í máli, har løgmaður er støðufastur og játtar, at vit eftir førimuni eru við í átakinum móti altjóða yvirgangi og soleiðis verja demokratisku grundsjónarmiðini og kristnu lívsvirðini.
Tað er spell, at afturvendandi politiskt ráksnúni kann vera orsøk til at skaða umdømi okkara úti í heimi. Mongu løgtingssamtyktirnar móti NATO vóru okkum til lítlan sóma, tá hugsað verður um týdningin av hjáveru NATO á okkara leiðum farnu hálvu øldina.
Taka medábyrgd
Okkara grundstøða mótvegis NATO hevur einki við ríkisrættarligu støðuna at gera. Í nýggjum sáttmála millum Føroyar og Danmark, flytir evsta ábyrgd frá ríkismyndugleikunum til løgtingið/landsstýrið, uttan at vit fara at broyta politikkin mótvegis felagsskapinum. Í ártíggju hevur tí einki forða okkum at taka støðu fyri NATO, heldur tvørturímóti. Av somu orsøk hevur NATO-spurningurin altíð verið hugsjónarligur.
Tí eiga vit at varða okkum fyri at nýta politiska formalismu sum politiskan løtuvinning, nú løgmaður greitt hevur sýnt umheiminum, at vit taka medábyrgd, tá ræður um at verja fókaræði, kristna siðvenju og frælsu mentanina.
Enn røkja ríkismyndugleikarnir viðurskifti okkara mótvegis NATO. Tí eigur løgmaður skjótast at biðja um, at landsstýrið altíð verður umboðað, tá ríkismyndugleikarnir viðgera hernaðarviðurskifti, har føroyskt land-, sjó- og loftøki eru partar av millumtjóða verjuátøkum. Soleiðis høvdu vit signalerað greiða støðu fyri NATO.
Hetta hevði eisini sloppið okkum undan afturvendandi opportunistiska og xenefoba politiska skvatlunum, sum aðrastaðni setir okkum í bás at vera óálítandi, tá á stendur.