NATO vil hava avgerð um Libya

NATO vil hava ST-trygdarráðið at viðgera støðuna í Libya skjótt og at taka støðu til, hvørji stig altjóða samfelagið skal taka fyri at loysa trupulleikar í Libya.

-Vinnur Gaddafi stríðið, gevur tað umheiminum eini boð um, at tað kann loysa seg at brúka harðskap. Hetta kann als ikki góðtakast, men tíðin er um at renna undan okkum, skrivar NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, á síni Facebook-síðu.

NATO-londini hava gjørt greitt, at tey fara ikki at leggja seg út í viðurskiftini í Libya uttan góðkenning frá ST-trygdarráðnum.

USA, Bretland og Frakland, sum hava fast sæti í trygdarráðnum, streingja á fyri at fáa trygdarráðið at samtykkja eitt flúgviforboð í libyskum luftrúmi, men enn hevur trygdarráðið ikki atkvøtt um málið.