NATO londini í Evropa og Kanada, øktu fíggingina fyri verju við 3.8% í 2016. Tað svarar til eina øking á 10 milliardir dollarar tilsamans.
Tað upplýsir aðarskrivarin hjá felagsskapinum, Jens Stoltenberg, til norska Aftenposten.
Jens Stoltenberg sigur, at málið var í 2015 sett til eina øking á 1.5%, so seinasta talið er sera positivit í mun til tað, men enn er nakað eftir á mál, tí í fleiri ár hava NATO lond sett ov lítið av til fígging av verju.
Málið er, at øll limalondini brúka 2% ella meir, men sambært NATO, so eru tað bert í løtuni nøkur fá lond, ið uppfylla tær treytirnar.
NATO er komið undir tryst eftir at Donald Trump gjørdist forseti í USA. Undir valstríðnum tosaði hann ofta um, at USA hevði eina ov stóra byrðu í NATO og at onnur limalond skuldu traðka til við fíggingina av felagsskapinum.










