Nato-umsóknir: - Vit hava rakettir klárar

Russiskur topp politikari sigur, at Russland fer at syrgja fyri sínum tryggleika, soleiðis at eingin "mýggjabiti" torir at flúgva til Russlands.

- Um Finnland og Svøríki fara upp í Nato, fara vit at seta rakettir upp á markinum til londini, eins væl og á markinum til Póllands og í Kaliningrad.

 

Tað sigur russiski topp politikarin, Pyotr Tolstoy, við ITV News.

 

Hann leggur aftrat, at Russland fer at syrgja fyri sínum tryggleika, soleiðis at eingin "mýggjabiti" torir at flúgva til Russlands.

 

Bæði í Finnlandi og Svøríki hevur kjakið um Nato-limaskap av álvara tikið seg upp aftur, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar.

 

Forsætisráðharrin í Finnlandi, Sanna Marin, segði mikudagin, at Finnland fer at taka støðu til eina Nato-umsókn innan fáar vikur - og ikki mánaðir, legði hon aftrat.

 

- Tað hevði verið gott, um vit tóku sama val sum Svøríki, men tað er ikki nøkur treyt. Tað hevði eisini verið gott, um londini bæði høvdu somu tíðarætlan, sigur hon.

 

Mikudagin søgdu ónevndar keldur fyri Svenska Dagbladet, at forsætisráðharrin í Svøríki, Magdalena Andersson, ynskir, at landið gerst limur í Nato.

 

Sum skilst, ætlar Svøríki, at ein møgulig umsókn um Nato-limaskap skal latast Nato í samband við fund, sum verður í verjusamgonguni í Madrid í endanum av juni.