NATO skal nokk verja Føroyar

NATO-aðalskrivarin sær ongan trupulleika í verandi føroyska sambandinum við Russland.

Uttanríkispolitiska nevndin í Fólkatinginum hevði í dag fund við NATO-aðalskrivaran og fyrrverandi norska forsætisráðharran, Jens Stoltenberg.

Edmund Joensen er limur í uttanríkispolitisku nevndini og nýtti høvi at spyrja NATO-aðalskrivaran um føroyska sambandið við Russland og hvørja ásjón NATO hevði til hetta.

Svarið frá Jens Stoltenberg var, at so leingi NATO-samstarvið er sterkt í Norðuratlantshavi, er eingin trupulleiki í, at Føroyar hava eitt gott samstarv við Russland.

- So leingi, verjan er sterkt og væl dubbað, er ongin vandi við, at Føroyar hava tætt handilssambond og fiskivinnusamstarv við eitt støðugt aggressivari Russland. Hinvegin: um verjan stendur veik, er vandi fyri, at handilssamband Føroya við Russland kann verða misbrúkt trygdarpolitiskt, var boðskapurin frá aðalskrivaranum.