NATO sissar Baltalondini

Í Estlandi, Letlandi og Litava eru fólk ikki serliga fegin um, at NATO roynir at tekkjast Russlandi fyri at fáa viðurskiftini aftur í rættlag aftan á kríggið millum Russland og Georgia.

Í einari roynd at sissa fólkið í teimum trimum londunum hevur NATO gjørt av at taka lut í einari stórari hernaðarvenjing í Eystrasalti seinni í hesum mánaðinum.

NATO-luttøkan skal sannføra baltar um, at samgongan ætlar sær ikki at sleppa teimum upp á fjall, skrivar AP.

Tað verða amerikonsk, fronsk og polsk stríðsflogfør, sum skulu taka lut í venjingini.