NATO-semja um Afghanistan

NATO-londini eru komin ásamt um karmarnar fyri upplæring av afghanskum hermonnum, ið skulu taka yvir hervaldið í Afghanistan, tá NATO-herdeildirnar verða tiknar úr landinum.

Tann 31. desember í 2014 endar longsta og størsta stríðsuppgávan hjá NATO, og í staðin verður talan um upplæring og líknandi uppgávur undir heitinum “Resolute Support”.

Í løtuni arbeiðir NATO við at fáa allar smálutir upp á pláss, men í gjár komu partarnir so til eina semju um yvirskipaðu karmarnar, og nú skal so arbeiðast meira ítøkiligt við venjing og ráðgeving.