NATO søkt libysk herskip

Í nátt hava flogfør hjá NATO søkt átta libysk herskip, sum lógu í havn í býunum Tripoli, Al Khums og Sirt. Russel Harding, admiralur í NATO-herflotanum í Miðjarðarhavinum, sigur, at tað var neyðugt at søkkja skipini fyri at verja sivilfólkið og NATO-herskipini, sum eru nærhendis Libya.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, heldur, at Gaddafi er viknaður í seinastuni. Hon vísir á, at kona Gaddafi og dóttir teirra eru farnar til Tunesia, og at oljumálaráðharrin hevur lagt frá sær.

Uppreisturin ímóti Gaddafi byrjaði í februar.