NATO-álopið á Serbia var brotsverk

Serbar minnast í dag tey, sum doyðu, tá NATO bumbaði mál í Serbia undir borgarakrígnum í nítiárunum. Sambært serbum doyðu 2.500 sivilfólk í álopunum, og serbiski forsetin, Boris Tadic (myndin), var eisini hvassur í orðum, tá hann í dag gjørdi viðmerkingar til NATO-álopini.

-Hetta kríggj var eitt brotsverk ímóti landi okkara og ímóti fólki okkara, segði serbiski forsetin.

NATO byrjaði sítt rakett- og bumbuálop á Serbia tann 24. mars í 1993, eftir at Slobodan Milosevic, forseti, hevði sýtt fyri at skriva undir ein friðarsáttmála og at taka sínar hermenn úr Kosovo, har serbar bardust við Kosovo-frælsisherinum og tí albanska meirilutanum.

Millum annað bumbaði NATO mál í serbiska høvuðsstaðnum Beograd, og tað var fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein evropeiskur høvuðsstaður bleiv bumbaður.

Í 2008 tók Kosovo loysing frá Serbia.