Nato-lond fara at rudda Svartahavið fyri minur

- Minurnar eru ein hóttan móti trygdini hjá skipunum, sum sigla í økinum, siga tey trý Nato-londini, Turkaland, Bulgaria og Rumenia.

Nato-limalondini, Turkaland, Bulgaria og Rumenia, hava undirskrivað eina avtalu um at rudda burtur minur í Svartahavinum.

 

Síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar fyri skjótt tveimum árum síðan, hevur Russland lagt nógvar minur út fram við strandalinjuni hjá Ukraina.

 

- Nakrar av hesum minum eru komnar inn í sjóøkið nærindis økinum hjá hesum trimum Nato-londunum, veit The Guardian at siga.

 

Minurnar eru ein hóttan móti trygdini hjá skipunum, sum sigla í økinum, siga tey trý Nato-londini, Turkaland, Bulgaria og Rumenia.