NATO leyp á pakistanskar hermenn

Myndugleikarnir í Pakistan eru í øðini, tí at eitt álop hjá NATO-tyrlum hevur kostað minst 26 pakistonskum stjórnarhermonnum lívið. NATO hevur váttað, at tyrlurnar lupu á mál pakistonsku megin markið til Afghanistan, og at málið verður kannað.

Pakistanska herleiðslan sigur, at álopið hjá tyrlunum var púra ógrundað og ber boð um, at framferðin hjá NATO er merkt av tilvild.

Pakistanska blaðið Dawn skrivar, at Pakistan hevur svarað við at steingja tann vegin, sum NATO brúkar til at flyta brennievni og aðra útgerð til Afghanistan eftir. Samstundis hevur stjórnin latið NATO og USA eitt hvassorðað mótmæli, og Yousuf Raza Gilani, forsætisráðharri, hevur alment fordømt álopið.