Í Danmark hava fjølmiðlarnir leingi gitt, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, er á veg burtur úr donskum politikki, og at hann skal taka við sum aðalskrivari í NATO, tá niðurlendingurin Jaap de Hoop Scheffer fer frá næsta summar.
Men hóast fjølmiðlar aðrastaðni í Evropa eisini hava nevnt danska forsætisráðharran sum tað besta boðið upp á aðalskrivarastarvið, so hevur høvuðspersónurin sjálvur víst tíðindunum aftur. Anders Fogh Rasmussen hevur fleiri ferðir sagt, at hann er ikki valevni til nakað altjóða ella millumtjóða starv, og í síðsta mánað segði hann, at hann ætlar sær at stilla upp á næsta fólkatingsvali og at halda fram sum forsætisráðharri, um fólkið vil tað.
Danski forsætisráðharrin verður sagdur at hava tann fyrimun fram um fleirii onnur evni, at hann er virkandi stjórnarleiðari, og so hevur hann rættiliga góð viðurskifti við leiðararnar í teimum fremstu NATO-londunum. Harafturat er tað ein fyrimunur, at hann umboðar eitt av teimum smáu limalondunum.
Tvey donsk evni
Men tað er ikki alt, sum talar fyri, at Anders Fogh Rasmussen er tað besta boðið, tá saman um kemur. Tað eru ikki øll NATO-londini, sum er so fegin um tað góða vinarlagið millum forsætisráðharran og fráfarandi amerikanska frosetan, George W. Bush, og harafturat er tað ein vansi fyri hann, at Danmark er ikki uppi í verjusamstarvinum hjá ES.
Aðalskrivarastarvið var millum evnini á uttanríkisráðharrafundinum hjá NATO í vikuni, men eygleiðarar í Bruxelles siga, at NATO fer ikki at taka nakra týðandi avgerð um aðalskrivarastarvið, fyrr enn Barrack Obama og hansara stjórn hava tikið við tann 20, januar.
Týska blaðið Der Spiegel heldur, at danski verjumálaráðharrin, Søren Gade, er eisini eitt boð upp á aðalskrivarastarvið. Onnur evni eru sambært blaðnum bretski verjumálaráðharrin Des Browne, fyrrverandi polski forsetin Alexander Kwasniewski og polski uttanríkisráðharrin Radoslaw Sikorski.










