Nato kann gera av við Gaddafi

Nato-flogførini, sum bumba Libya, hava heimild til at gera av við Muammar Gaddafi, fáa tey møguleikan til tess.

Tað sigur ein týðandi Nato-kelda við amerikanska sjónvarpið CNN, men keldan vil ikki siga, um flogførini leggja seg eftir at finna libyska leiðaran og at beina fyri honum.

-Samtyktin hjá ST-trygdarráðnum um átakið í Libya umfatar eisini Muammar Gaddafi, tí hann er ovasti fyri libysku hermegini, sigur Nato-keldan við CNN. Í samtyktini hjá trygdarráðnum stendur, at tær sameindu deildirnar hava heimild til at taka øll neyðug stig fyri at verja sivilfólkið.

Nato fór undir átakið í Libya tann 31. mars, og í síðstu viku segði aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, at dagarnir hjá Gaddafi-stýrinum eru skjótt taldir. Men tað man Gaddafi ikki halda. Í libyska sjónvarpinum segði hann, at hann fer ongantíð at gevast við bardaganum ímóti landsins fíggindum.