NATO kann fara til Libya

NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, sigur, at verjusamgongan er til reiðar at taka lut í einum tiltøkum í Libya. Verjumálaráðharrarnir í NATO-londunum hava fund í Budapest í dag, og har er Libya høvuðsevnið.

Trygdarráðið hjá ST skal eisini hava fund um Libya, og har fara Frakland og Bretland at skjóta upp at banna øllum vápnahandli við stýrið í Tripoli. Roknað verður við, at USA fer at taka undir við uppskotinum, men tað er ein spurningur, um Russland og Kina fara attaka undir við tí, skrivar Reuters.

Mannarættindanevndin hjá ST skal eisini umrøða støðuna í Libya seinni í dag.