NATO-hermenn leita eftir Karadzic

NATO-hermenn í Bosnia leita í morgun eftir serbiska krígsbrotsmanninum Radovan Karadzic. Keldur hjá NATO siga, at herdeildin í Bosnia hevur fingið frænir av, at tvey børn hjá Radovan Karadzic hjálpa honum at fjala seg. Tí fóru hermenn í morgun inn í húsini hjá børnunum og rannsakaðu tey, siga keldurnar.

-Tey verða eisini avhoyrd, men tey eru ikki tikin, sigur talsmaðurin hjá NATO-deildini í Bosnia.

Hetta er aðru ferð, at NATO-hermenn gera húsarannsókn heima hjá børnunum hjá Radovan Karadzic.

Karadzic er skuldsettur fyri grov krígsbrotsverk undir borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum.