Nato-flogfar dottið niður í Noregi

- Vit vita ikki enn, um tey fýra fólkini framvegis eru í flogfarinum, men vit vita, at flogfarið er dottið niður, sigur miðlatalsmaðurin hjá Høvuðsbjargingarstøðini.

V-22 Osprey er serstakt hernaðarflogfar, ið flýgur sum eitt vanligt flogfar, men lendir sum ein tyrla.

Í kvøld er eitt amerikanskt hernaðarflogfar dottið niður í Noregi. Flogfarið var við í einari Nato-venjing, rópt Cold Response. Manningin í flogfarinum taldi fýra.

 

Flogfarið, sum verður rópt V-22 Osprey, er eitt serstakt hernaðarflogfar, ið flýgur sum eitt vanligt flogfar, men lendir sum ein tyrla. Á veingjunum eru rotorar.

 

Norska kringvarpið veit at siga, at flogfarið eftir ætlan skuldi lenda fyri klokkan 18 í kvøld, men tá tað ikki var lent, og eingin visti nakað um flogfarið at siga, varð farið at leita.

 

- Klokkan 21.17 í kvøld hevur leitingin givið úrslit, og nú er rættiliga vist, at flogfarið er dottið niður í einum dali í Beiarn, nakað sunnan fyri Bodø, veit Høvuðsbjargingarstøðin á leiðini at siga.

 

Tað var VG, sum fyrst skrivaði um hendingina. Enn eru bjargingarfólk ikki komin á staðið. Tað er myrkt, og veðurlíkindini eru vánalig.

 

- Vit vita ikki enn, um tey fýra fólkini eru í flogfarinum, men vit vita, at flogfarið er dottið niður, sigur miðlatalsmaðurin í bjargingarstøðini, Jan Eskil Severinsen, við NRK.

 

Lagt verður aftrat, at Grátidalurin liggur sunnan fyri Bodø, og í økinum er skurvut lendi. 

 

Ivar Moen, obertloytnantur og talsmaður fyri venjingina, Cold Response, váttar, at amerikanska hernaðarflogfarið er saknað. 

 

- Flogfarið hevur havt støð í Bodø seinastu vikurnar í samband við venjingarnar, men kom ikki aftur í dag sum avtalað, leggur hann aftrat.

 

Obertloytnanturin hevur ikki hug at siga nakað um, hvat hann heldur kann vera hent, tí nú verður í fyrsta lagi roynt at koma til staðið, har flogfarið er dottið niður.

 

##med2##

 

 

 

V-22 Osprey er serstakt hernaðarflogfar, ið flýgur sum eitt vanligt flogfar, men lendir sum ein tyrla.