Á bygninginum hjá uttanríkisráðnum í Helsingfors í Finnlandi hongur nú Nato-flaggið millum finsku fløggini.
Fløggini eru vundin á stong nakrar tímar, áðrenn Finnland seinnapartin í dag formelt fær limaskap í Nato.
Finska uttanríkisráðið húsast í kasernuni, nevnd Merikasarmi, sum varð bygd av russiska heimsveldinum í 1800-talinum.
At Nato-flaggið er vundið á stong í uttanríkisráðnum í dag, er sambært útlendskum miðlum einasta tekini í løtuni um, at Finnlans í dag fær Nato-limaskap.
Soleiðis verður Finnland frá í dag at rokna ikki landið, sum longur er neutralt í heimshøpi.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at fólk - eftir at fløggini vórðu vundin á stong - tóku sjálvsmyndir við finska uttanríkisráðið.
Dagføring:
- Eg eri errin av Finnlandi og finska fólkinum, skrivar finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, nú seinnapartin á Tvitter.
Hon takkar sameindum hjá Finnlandi fyri stuðulin í hesi søguligu tilgongd.
- Saman standa vit enn sterkari, leggur finski forsætisráðharrin aftrat.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, legði fyri løtu síðan út á netið eina fráboðan um finsku innlimanina í Nato.
Seinnapartin í dag hevur finski uttanríkisráðharrin, Pekka Haavisto, handað starvsbróðuri sínum, Antony Blinken, innlimanarskjølini.
Hetta hendi nú seinnapartin á høvuðsstøðini hjá Nato í Brüssel, har finska flaggið nú verður vundið í húnar hátt.
Hetta skrivar tíðindastovan NTB fyri løtu síðan.
##med2##