Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur seg hava álit á, at royndirnar hjá USA at fáa ein enda á krígnum í Ukraina kunnu føra á mál.
- Vit arbeiða øll við at fáa ein enda á krígnum móti Ukraina, og at hetta verður ein rættvísur og varandi friður.
Aðalskrivarin leggur aftrat, at tað eisini er eitt ynski hjá Nato, at friðarroyndirnar, sum USA stendur á odda fyri, fara at gerast veruleiki.
Í dag eru serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff og ráðgevin, Jared Kushner, í Moskva, har teir skulu hitta russiska forsetan.
- Væntandi er, at Witkoff og Kushner, sum er versonur Donald Trump, forseta, fara at umrøða friðarætlanina hjá USA við Vladimir Putin, forseta.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga seinnapartin í dag.











