Nations League: Endaðu í bólki við Kasakstan, Slovakia og Moldova

Lutakast hevur verið til Nations League har Føroyar eru í Deild C

Føroyar endaðu í bólki í Deild C í Nations League.

 

Mótstøðuliðini vera Kasakstan, Slovakia og Moldova. Talan er helst ikki um tað lættasta lutakastið.

 

Vit hava møtt øllum trimum liðunum í kappingardystum áður.

 

Kasakstan var styrkismett ovast, Slovakia var styrkismett næstovast, og Moldova var í lægstu styrkismetingini. Føroyar vóru í triðja styrkisbólkinum.

 

Føroyar vóru í bólki saman við Moldova til næstseinastu HM-undankapping og seinastu EM-undankapping. Á útivølli hava Føroyar tvær ferðir leikt javnt 1-1 móti Moldova. Heima hava okkara vunnið 2-1 og tapt 0-1 fyri Moldova.

 

Okkara hava møtt Kasakstan á fimm sinnum. Tríggjar ferðir hava Føroyar vunnið venjingardystir á Kasakstan. 18. november í fjør vunnu Føroyar 1-0 á Kasakstan á uttanveltaðum vølli. Í 2003 vunnu Føroyar 3-2 og 2-1 á Kasakstan á Svangaskarði og á Tórsvølli. 

 

Í tveimum HM-undankappingardystum móti Kasakstan í 2013 taptu Føroyar 1-2 á útivølli, og megnaðu javnleik 1-1 á Tórsvølli.

 

Tað eru 30 ár síðani Føroyar spældu dyst móti Slovakia. 31. august í 1996 taptu okkara í einum HM-undankappingardysti á Svangaskarði 1-2 fyri Slovakia, ið skoraði sigursmálið heilt móti dystarenda. Nakað sum sveið djúpt tá. Á útivølli 23. oktober sama árið taptu Føroyar 0-3 fyri Slovakia.

 

Fýra av teimum seks dystunum vera spældir millum 24. september og 6. oktober. Tá er væntandi, at tríggir dystir vera leiktir á heimavølli. Millum 12. og 17. november vera tveir dystir leiktir á útivølli.